Knútapunktið í Vági er borgarstjórasessurin

Knútapunktið í Vági er borgarstjórasessurin
Tá partarnir skiltust í nátt, var avtalað, at eingin undirhondsavtala skuldi gerast, sigur Arne D. Brattaberg, sum er valdur fyri Tjóðveldi
Levi Mørk gjørdist toppskorari á valinum í Vágs kommunu í gjár, og hann fekk fleiri atkvøður enn sitandi borgarstjórin, Bjarni Johansen.
 
13.11.2024 - 10:38

Á middegi hittast tey níggju, sum vóru vald í býráðið í Vági, til samráðingar.

Tey sótu annars til beint eftir midnátt. Sum skilst er knútapunktið borgarstjórasessurin. 

Arni D. Brattaberg, sum fekk næstflestar atkvøður á býráðsvalinum í gjár, sigur, at avtalað er at samráðast aftur á middegi í dag.

- Tá vit skiltust í nátt, tóku vit í hondina hvør á øðrum og avtalaðu, at einki meira skuldi gerast fyrr enn á middegi í dag. Somuleiðis samdust vit um, at eingin undirhondsavtala skuldi gerast, sigur Arni D. Brattaberg.

 

Levi Mørk fleiri atkvøður enn borgarstjórin

Javnaðarflokkurin hevði framgongd á valinum í gjár, men har hendi tað, at Levi Mørk fekk fleiri atkvøður enn sitandi borgarstjórin. 

Levi Mørk fekk 131 atkvøður og gjørdist toppskorari á valinum. Bjarni Johansen fekk 108 atkvøður.

Tey, sum eru vald í býráðið í Vági, eru Arni D. Brattaberg, Bárður G. Nielsen, Rógvi Kærbech og Jónleyg Olivia Finnsdóttir fyri Tjóðveldi, Levi Mørk, Bjarni Johansen og Rakul í Lágabø fyri Javnaðarflokkin og Marin Gaardlykke og Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin.

Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá umboðum fyri hinar flokkarnar, men eingin tekur telefonina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928