Hákun Steingrímsson farin frá sum stjóri í MBM

Hákun Steingrímsson farin frá sum stjóri í MBM
Karl á Høvdanum verður fyribilsstjóri, meðan leitað verður eftir nýggjum stjóra
Hákun Steingrímsson er farin frá sum stjóri á Mjólkarvirkinum.
 
15.11.2024 - 14:25

Hákun Steingrímsson er farin frá sum stjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna, MBM.

Nevndin í MBM og Hákun Steingrímsson hava gjørt fráfaringaravtalu, verður sagt í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at felagsstevið, sum var, er ikki meir.

- Nú nýggj nevnd er komin í MBM, eru vit ikki heilt samd um, hvussu felagið skal rekast. Hetta er ein støða, sum kann koma, tá ið man hevur verið leingi í starvi, sigur Hákun Steingrímsson við Útvarpið.

Hann hevur verið stjóri í MBM í góð 12 ár.

MBM fer nú at leita eftir nýggjum stjóra, sum verður tann triði í søgu felagsins, og setanartilgongdin byrjar beinanvegin.

Karl á Høvdanum, sum hevur verið fíggjarstjóri í MBM, verður fyribilsstjóri, og Hákun Steingrímsson verður ráðgevi fyrstu tíðina.  

 

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655