Tropisk ódn hóttir Filipsoyggjar

Tropisk ódn hóttir Filipsoyggjar
Í Filipsoyggjum fyrireika tey seg til rættiligt illveður, nú ógvisliga tropiska ódnin Man-Yi rakar oyggjarnar annaðhvørt í dag ella í morgin.
 
16.11.2024 - 11:01

Flogferðir eru avlýstar og tíggjutúsundtals fólk eru flutt heimanífrá, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Í morgun sigur filipinska veðurtænastan, at ódnin hevur ment seg í styrki.

Í Bicol-landspartinum eru útivið 180.000 fólk flutt heimanífrá, vísa tøl frá filipinsku tilbúgvingini.

Hetta er sætta tropiska ódnin, sum rakar Filipsoyggjar innan fyri fimm vikur, og í minsta lagi 163 fólk hava latið lív undir teimum ódnum, ið higartil hava verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334