Javnaðarflokkurin vánaligt kommunuval

Javnaðarflokkurin vánaligt kommunuval
Í Klaksvík hevði flokkurin lakasta valið higartil, og í Havn var hetta valið tað ringasta síðani 2004. Á Tvøroyri, sum er háborgin, fekk Javnaðarflokkurin bara tveir sessir
Í Havn fór Javnaðarflokkurin í tvíningar. Heðin Mortensen stillaði upp á Javnaðarlistanum, og Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen stillaðu upp á Kommunulistanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 13:39

Javnaðarflokkurin stóð seg illa á kommunuvalinum fyri viku síðani.

Í Klaksvík gjørdi flokkurin - sambært valurslit.fo - tað lakasta valið higartil.

 

 

Í Havn var úrslitið tað ringasta síðani 2004.

Hetta hendi, eftir at fleiri býráðslimir hjá Javnaðarflokkinum valdu at skipa egna lista, Kommunulistan, og stilla upp móti Javnaðarflokkinum.

 

Háborgin nógv tódnað

Og á Tvøroyri, har flokkurin meginpartin av farnu øld var størsti flokkur, er hann nú tódnaður niður í tvey umboð.

Enn hevur Kringvarpið ikki fingið fatur á valhagtølum fyri kommununa seinastu øldina, men sambært fleiri søgukønum keldum er talan um eitt tað vánaligasta valið hjá Javnaðarflokkinum yvirhøvur í gomlu háborgini. 

 

Levi Mørk skuldi vera borgasrtjóri í Vági, men í løtuni er alt óvist. 

 

Framgongd í Vági

Ljóspunktið var í Vági, har flokkurin gekk fýra prosenstig fram, og eftir telvingini fyrstu dagarnar tóktist at varðveita borgarstjóran. Tó at Levi Mørk skuldi taka við eftir Bjarna Johansen. 

Men eisini tað tykist vera óvist, nú Bjarni Johansen ikki vildi skriva undir avtaluna millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um samstarv, men í staðin hevur skipað meiriluta saman við Tjóðveldinum.

 

Beinta Løwe

 

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara, í útvarpstíðindunum: 

 

19112024_Beinta_um_Javnadarflokkin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203