Samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála

Samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála
Uttanlandsnevndin hevur svarað Fiskivinnumálaráðnum, og avgjørt er at samráðast við Russland
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var til ráðførslu í uttanlandsnevndini í síðstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2024 - 09:36

Í hesi vikuni vera samráðingar millum Føroyar og Russland um fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár.

Tað upplýsir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Í farnu viku ráðførdi Dennis Holm, landsstýrismaður, seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um russlandssáttmálan næsta ár.

Svarið frá uttanlandsnevndini er viðgjørt, og avgjørt er at fara til samráðingar við Russland.

Samráðingarnar vera á talgildum palli í hesi vikuni, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891