Nýtslustigið hjá gistingarhúsunum var 45 prosent í oktober

Nýtslustigið hjá gistingarhúsunum var 45 prosent í oktober
Fólkanætur telja, hvussu nógvar nætur og hvussu leingi fólk gista
Í fjør høvdu gistingarhúsini 221.575 fólkanætur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
27.11.2024 - 09:06

Nýtslustigið hjá gistingarhúsunum í Føroyum var 44,8 prosent í oktober.

Tað var 78,8 prosent í august, tá tað var størst.

Í januar var tað bara 22 prosent, eitt sindur minni enn í desember í fjør, tá tað var 22,3 prosent.

Størsta nýtslustigið var í juli 2019. Tá var tað 92,5 prosent.

Í fjør høvdu gistingarhúsini 221.575 fólkanætur.

Tær vóru 230.686 í 2022. 

Fólkanætur telja, hvussu nógvar nætur og hvussu leingi fólk gista. 

Um 10 fólk gista tríggjar nætur, eru hetta 30 fólkanætur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693