Kristina Samuelsen skal kanna kæruna um Dennis Holm

Kristina Samuelsen skal kanna kæruna um Dennis Holm
Formaðurin í landsstýrismálanevndini vónar, at málið er avgreitt, áðrenn løgtingið fer í jólafrí
Kristina Samuelsen, advokatur.
 
03.12.2024 - 18:00

Kristina Samuelsen, advokatur, fer at kanna kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Tað váttar Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini.

Árni Skaale, løgtingsmaður, kærdi svartkjaftabýtið hjá Dennis Holm til landsstýrismálanevndina, sum í hesum málinum hevur biðið um uttanhýsis hjálp. 

 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kristina Samuelsen hevur fyrr starvast á løgtingsskrivstovuni, og hon hevur m.a. verið skrivari hjá landsstýrismálanevndini. 

Hans Jacob Thomsen veit ikki, hvussu drúgva tíð Kristina Samuelsen fer at brúka at viðgera kæruna, men hann vónar, at málið er avgreitt, áðrenn løgtingið fer í jólafrí. 

Hoyr samrøðu við Hans Jacob Thomsen her:

 

03122024_Hans_J__Thomsen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890