CIP einki fingið enn

CIP einki fingið enn
CIP vildi útseta freistina til polittiska viðgerðin av Skálafjarðartunlinum er endað
 
28.10.2013 - 08:47

Milliónin til CIP, Copenhagen Infrastructure Parteners, er ikki goldin enn. Og eingin avtala er gjørd um, nær gjaldast skal.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um milliónina, sum CIP skuldi hava, tí felagið ongan sáttmála fekk um Eysturoyartunnilon fyri 31.august.

Løgmaður sigur í svarinum, at 5.september sendi Rune Bro Róin í CIP teldupost til Rúna Joensen, táverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, har hann segði, at CIP er til reiðar at útseta gjaldsfreistina, til politiska viðgerðin av málinum er endað.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er upphæddin ikki goldin enn, og eingin neyvari avtala er gjørd um, nær gjaldast skal, sigur løgmaður.

Í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum eisini spurdi løgmann um milliónia, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at landsstýrið hevur skyldu til at gjalda, verður milliónin kravd.

Milliónin fæst bara aftur í landskassan, um eitt privat felag fær rættin at gera Eysturoyartunnilin, sigur løgmaður.

Høgni Hoydal spurdi eisini, hvørjar aðrar slíkar break fee avtalur, tað almenna í Føroyum hevur gjørt.

Í síni frágreiðing um tunnilsmálið sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, at slík avtala er hvørki ólóglig ella óvanlig.

Løgmaður veit ikki um aðrar break fee avtalur í Føroyum, og hann fer heldur ikki at kanna aðrar slíkar avtalur, sigur hann í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928