Løgtingið skal hava PR-fólk

Løgtingið skal hava PR-fólk
Løgtingið vil víðka um opinleika og kunning úteftir, eins og áhugin fyri at vitja og kunna seg um løgtingið er nógv vaksandi 
Nú fáa fólk meira at vita um løgtingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2024 - 06:45

Løgtingið skal nú hava kunningar- og samskiftisfólk.

Løgtingið vil víðka um opinleika og kunning úteftir, eins og áhugin fyri at vitja og kunna seg um løgtingið er nógv vaksandi. 

Kunningar- og samskiftisfólkið skal dagføra heimasíðu løgtingsins, gera kunnandi tilfar á heimasíðu, í faldarum og annað.

Tað skal gera søguligt og annað tilfar og framløgur til almenna nýtslu og vera við til at skapa karmar hjá fjølmiðlum í løgtinginum.

Kunningar- og samskiftisfólkið skal taka móti teimum, sum vitja løgtingið, og vera ritari hjá løgtingsforkvinnuna og løgtinginum.

Freistin at søkja er til 3. januar á middegi.

Tann, sum fær starvið, skal byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129