Pakkar koma og fara á pakkatrænum

Pakkar koma og fara á pakkatrænum
Úti í Grøv stendur eitt stórt træ, har fult av jólapakkum eru hongdir upp
 
09.12.2024 - 08:09

- Hetta er bara fyri at hava okkurt stuttligt og hugnaligt at gera saman við børnunum í desembur, sigur Finn Stampe, stigtakari til pakkatræið.

 

Síðan 2019 hevur Finn hongt pakkar upp á eitt træ úti í Grøv í Klaksvík. Hugskotið er, at børn skulu pakka ein pakka heima, og so fara eina túr saman við familjuni út í Grøv, velja sær ein pakka á trænum og so heingja sín egna pakka upp á træið, sum so onkur annar fær gleði av.

 

- Hetta nýtist ikki at verða stórir ella kostnaðarmiklir pakkar. Legg pakkan í ein posa og bind band um. Skriva á pakkan, um pakkin er til gentu ella drong og hvønn aldursbólk pakkin er hóskandi til, sigur Finn.

 

Postkassin har til ber at koyra ein tekning í. (Mynd: Finn Stampe)

 

Hann hevur eisini fingið gjørt ein postkassa, har børn kunnu koyra eina tekning í, sum tey hava skrivað sítt navn og eitt telefonummar á, so eru tey við í einum lutakasti um fleiri gávubrøv.

 

- Eg fari at trekkja lut, tvær ferðir. Fyrstuferð tann 10. desembur og seinnu ferð, tann 20. desembur, sigur Finn Stampe.

 

1712690

Lurta eftir samrøðuni við Finn Stampe, har hann greiðir frá pakkatrænum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980

Meira um sama evni