Útlendingar skulu vísa revsiváttan

Útlendingar skulu vísa revsiváttan
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur sett sær fyri, at útlendskir arbeiðstakarar skulu vísa revsivátta, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2024 - 10:38

Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu vísa revsiváttan, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað ætlar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Hann sigur, at arbeitt verður við í løtuni við hesum málinum.

Bjarni Kárason Petersen hevur svarað Árna Skaale, løgtingsmanni, sum spurdi um Fast Track-skipanina.

"Eg havi sett mær fyri, at krav verður sett útlendskum arbeiðstakarum um at vísa revsiváttan, tá ið teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað verður í løtuni arbeitt við hesum málinum," skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrimaður í lógarmálum.

 

Færri makar og børn komin til Føroya

Síðani inntøkumarkið var hækkað fyri einum ári síðani eru nógv færri makar og børn hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða, komin til Føroya.

126 loyvi til samfylgjandi familju vóru latin í fjør og 124 í 2022. Til 13. oktober í ár eru 52 loyvi latin.  

Á sumri í fjør var staðfest, at meiri enn dupult so nógvir familjulimir vóru komnir til Føroya síðani snarskipanin Fast Track kom í 2021.

Tað gjørdi, at skúlar og barnagarðar vóru overvaðir av útlendskum børnum, sum ikki dugdu føroyskt, sigur landsstýrismaðurin.

Inntøkumarkið var hækkað, so útlendingar eru førir fyri at uppihalda sínari familju í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762