Føroyar og Grønland hvørt sítt pláss

Føroyar og Grønland hvørt sítt pláss
Føroyar og Grønland hava fingið meira pláss í skjaldarmerkinum hjá Fríðriki kongi
Gamla og nýggja skjaldarmerkið.
 
01.01.2025 - 12:24

Føroyar og Grønland hava fingið meira pláss í skjaldarmerkinum hjá Fríðriki kongi.

Hann hevur broytt skjaldarmerkið, sum annars hevur verið óbroytt frá 1972.

Tí boðar kongshúsið frá í tíðindaskrivi.

Fríðrikur kongur vil leggja størri dent á ríkisfelagsskapin og nútíðina.

Fyrr vóru Føroyar og Grønland í sama øki í skjaldarmerkinum.

Nú hava tey hvør sítt øki, tað eru tvey av teimum fýra, sum eru í miðjuni í skjaldarmerkinum.  

Nýggja skjaldarmerkið verður eisini í fløggunum, sum kongshúsið brúkar.

 

Les um nýggja skjaldramerkið hjá Fríðriki kongi á heimasíðuni hjá Kongshúsinum 

 

Annar tóni

Fríðrikur kongur helt sína fyrstu nýggjársrøðu í gjárkvøldið.

Mamma hansara, Margreta, plagdi bara at nevna Føroyar og Grønland í fáum orðum. Hon hugsaði um okkum, segði hon.

Men Fríðríkur hevur eina heilt aðra tilgongd.

Hann segði, at vit eru øll samanbundin, og hvørt einstakt okkaera hevur skuldbindingar í kongsríkinum Danmark.

Frá danska minnilutanum í Suðurslesvík, sum enntá er uttan fyri ríkið, og heilt til Grønlands.

Vit hoyra saman, segði Fríðrikur kongur.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891