Sleppið tykkum av við havvindmyllurnar

Sleppið tykkum av við havvindmyllurnar
Tað sigur komandi amerikanski forsetin Donald Trump, sum í staðin heitir á bretar um at lata Norðsjógvin upp fyri meiri olju- og gassframleiðslu
 
04.01.2025 - 17:14

- Bretland ger stórt mistak. Latið upp Norðsjógvin, og sleppið tykkum av við vindmyllurnar.

Bretska stjórnin hevur boðað frá einum átaki, har vindorkan skal fýrfaldast innan 2030, sum liður í at minka skaðiligu veðursgassini. Átakið skal fíggjast við lutfalsliga størri skatti á olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum.

Trump hevur leingi verið ímóti vindorku, og royndi í 2015 at forða fyri, at vindmyllur vóru settar upp nærindis einum golfvølli, sum hann eigur í Skotlandi. Men royndin miseydnaðist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026