Landbúnaðurin skal hava umboð í Visit Faroe Islands

Landbúnaðurin skal hava umboð í Visit Faroe Islands
Uppskot um nýggjan landbúnaðarpolitikk er farið til hoyringar
Í framtíðini skulu átta limir manna nevndina í Visit Faroe Islands, og ein skal umboða landbúnaðin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2025 - 08:31

Landbúnaðurin skal fáa fólk í nevndina hjá Visit Faroe Islands.

Tað er eitt uppskot í nýggja landbúnaðarpolitikkinum hjá landsstýrinum, sum er farið til hoyringar.

Nú eru sjey fólk í nevndini hjá Visit Faroe Islands. 

Tey skulu vera átta, sambært uppskotinum.

 

Ferðavinnan

Nú stendur í lógini, at ein nevndarlimur skal umboða Ferðavinnufelagið, sum umboðar ferðavinnuna, gistingarhús, matstovuvinnu, ferðasmiðir og onnur.

Í uppskotinum um nýggja lóg stendur bara umboð fyri ferðavinnuna.

Nú stendur eisini í lógini, at í nevndini skal vera eitt umboð fyri landsstýrisfólkið.

Tað stendur eisini í broytingaruppskotinum.

Men tað er orðað øðrvísi. Sambært uppskotinum skal landsstýrisfólkið velja eitt umboð fyri stjórnarráðið, sum hevur møtirætt og talurætt, men ikki atkvøðurætt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339