Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum

Tórbjørn Jacobsen heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum
Per Martin Gregersen heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
Nýggir og gamlir borgarstjórar hittast á fundi í Kommunufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2025 - 11:30

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommuna er næstforkvinna.

Tað var samtykt á fyrsta fundinum eftir kommunuvalið, sum borgarstjórarnir í teimum 29 kommununum høvdu í Havn fyrrapartin. 

Hini í formansskapinum eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

 

 

KAF

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, er næstformaður.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, er nevndarlimur í KAF.

 

 

Barnaverndarstovan

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, er forkvinna í nevndini fyri Barnaverndarstovuna, og Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, er næstformaður.

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, er nevndarlimur. 

 

Allir 29 borgarstjórarnir í Kommunufelagnum.

 

Meiri verður at frætta  í útvarpstíðindunum klokkan 12.20

 

Sí videobrot frá fundinum í Kommunufelagnum:

 

20240110_NET_KOMMUNUFELAGID

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521