Sonja drotning skal hava ein kvikil

Sonja drotning skal hava ein kvikil
Drotningin fekk hjartablaktran, meðan hon var á skíðferð í Lillehammer
 
14.01.2025 - 16:14

Sonja drotning av Noregi skal hava peysmeykara

Tað boðar norska kongshúsið frá í tíðindaskrivi.

Sonja drotning varð um vikuskiftið innløgd á sjúkrahúsið í Lillehammer í eitt samdøgur, tí hon hevði hjartablaktran, og nú er greitt, at hon skal hava ein kvikil.

Hon verður skurðviðgjørd hósdagin og verður innløgd á Rikshospitalet í Oslo í morgin, upplýsir kongshúsið.

Væntandi verður hon innløgd í ein til tveir dagar aftaná skurðviðgerðina.

87 ára gamla drotningin fekk hjartablaktran, tá hon var á skíðferð í Lillehammer, og varð innløgd til nærri kanningar.

Kongshúsið boðar frá, at støðan er ikki álvarslig, og at drotningin hevur tað eftir umstøðunum gott.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166