USA og Grønland: Forsætisráðharrin kunnar forfólk í fólkatinginum

USA og Grønland: Forsætisráðharrin kunnar forfólk í fólkatinginum
Grønlendska fólkatingskvinnan, Aja Chemnitz, er fegin um, at Trump ikki nevndi Grønland í røðu síni
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur seinastu tíðina havt fleiri fundir um støðuna millum USA, Grønland og Danmark. Fyrrapartin hevur hon havt fund við forfólk í ávísum flokkum í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.01.2025 - 12:20

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, kallaði fyrrapartin forfólk í ávísum politiskum í andstøðu á kunningarfundin í forsætismálaráðnum.

Hesin bólkurin av forfólkum fær í næstum meira kunning um avbjóðingina í sambandi við USA og Grønland. 

Talan er um forfólk í Konservativa flokkinum, SF, Radikala flokkinum og Liberal Alliance.

 

Samstarv hevur týdning

Formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, vil ikki fara í smálutir, men sigur, at tað hevur týdning við størri samstarvi og javnvirði við Grønland í ríkisfelagsskapinum:

 

Vanopslagh

 

 

Illa við

Forkvinnan í Konservativa flokkinum, Mona Juul, sigur seg eftir fundin at hava álit á, at danska embætisverkið arbeiðir fyri at sleppa framat á røttu støðunum. Men hon er illa við av tí, sum Trump segði í røðuni, eftir at hann var tikin í eið:

 

Mona_Juul


 

Trump kann ikki stýrast

Formaðurin í Radikala flokkinum og fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, er eisini við í bólkinum av forfólkum, sum fáa meira kunning.

Hann setur sítt álit á danska embætisverkið:

 

Martin_Lidegaard

 

 

Diplomati besta loysnin

Grønlendska fólkatingskvinnan, Aja Chemnitz, fegnast um, at Trump ikki nevndi Grønland í røðu síni í gjár. Hon heldur, at diplomati er besta loysn nú:

 

Aja_Chemnitz

 

 

Fund við vinnuna og fakfelagsrørsluna

Danska stjórnin hevur boðað vinnufelagsskapum og fakfelagsrørsluni til fundar klokkan 13.30 seinnapartin.

Tað váttar danska vinnumálráðið fyri DR.

Ráðið vil tó ikki upplýsa, hvat fundurin snýr seg um, annað enn, at hann er í sambandi við, at Donald Trump hevur tikið við sum forseti USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928