Føroyskir ungdómar í ungdómstingi á fólkatingi

Føroyskir ungdómar í ungdómstingi á fólkatingi
Ungdómstingið skal viðgera 60 lógaruppskot, 58 úr Danmark, eitt úr Grønlandi og eitt úr Føroyum
Eins og í fólkatinginum vera 179 ungdómar í ungdómstinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.01.2025 - 08:15

Tveir føroyskir ungdómar vera í ungdómstinginum í fólkatinginum mánadagin.

Eins og í fólkatinginum vera 179 ungdómar í ungdómstinginum.

Teirra millum eru tveir úr Føroyum og tveir úr Grønlandi.

 

60 lógaruppskot

Ungdómstingið skal viðgera 60 lógaruppskot, 58 úr Danmark, eitt úr Grønlandi og eitt úr Føroyum.

Ungdómstingið í fólkatinginum er annað hvørt ár.

Tað er fyri ung, sum eru í 8. ella 9.flokki. 

 

Samtykt uppskot latin ríkisstjórnini

Eins og í fólkatinginum vera lógaruppskotini viðgjørd í nevndum, og atkvøtt verður um tey.

Uppskotini, sum vera samtykt, vera latin ríkisstjórnini.

Uppskotini skulu vera um heilsu, flóttafólk, veðurlag, útbúgvin ella lógarbrot.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928