Grøna orkuframleiðslan setti met fjórða árið á rað

Grøna orkuframleiðslan setti met fjórða árið á rað
Í fjør framleiddi SEV 57 prosent av varandi orku og 43 prosent úr olju
Vindmyllur í Porkeri. Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í góð 110 samdøgur.
 
23.01.2025 - 11:52

Grøna elorkuframleiðslan hjá SEV í 2024 setti met fjórða árið á rað.

Tað boðar SEV frá á síni heimasíðu.

Grøna elorkuframleiðslan vaks 18 prosent.

Samlaða elframleiðslan fyri alt landið í 2024 var 480 GWt, og býtið var smá 57 prosent varandi orka og góð 43 prosent olja.

 

100 prosent í átta samdøgur

Í 2024 var elframleiðslan um alt landið 100 prosent grøn í tilsamans átta samdøgur. Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í góð 110 samdøgur.

Tað er serliga vindorkan, sum hevur hilnast væl, og sum eisini setti met fjórða árið á rað. Síðan 2021 er vindorkan nærum trífaldað, skrivar SEV.

Væl kom eisini burtur úr vatnorkuni í 2024, millum annað takkað verið óvanliga vátum veðri, millum annað í august og desember.

Elframleiðslan úr olju minkaði góð átta prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847