Russiskt njósnaraskip nærindis bretskum sjógvi

Russiskt njósnaraskip nærindis bretskum sjógvi
Hildið verður, at skipið verður brúkt til at útvega upplýsingar og skráseta bretskt undirstøðukervi í sjónum
Bretskt sjóverjuskip hava havt eyguni eftir russiska skipinum, sum verður hildið at njósnast og skrásetas undirstøðukervi.
Mynd: Bretska verjan, BBC  
 
23.01.2025 - 14:39

Eitt russiskt njósnaraskip er sætt út fyri bretskt sjóøki í hesi vikuni.

Bretska sjóverjan fylgir skipinum, skrivar BBC.

Bretski verjumálráðharrin, John Healey, sigur, at talan er um skipið Yantar hjá russisku fregnartænastuni, sum m.a. verður brúkt til at útvega upplýsingar og skráseta undirstøðukervið hjá Bretlandi í sjónum.

Sambært Healey er hetta tekin um vaksandi russiskan ágang.

- Eg hevði viljað, at russiksi forsetin hoyrir hesi boð: - Vit síggja tykkum, vit vita, hvat tit gera, og vit víkja ikki fyri ramligum tiltøkum fyri at verja hetta landið, segði Healey við BBC.

 

John Healy. (Mynd: The Independent)

 

Siga skipið vera havrannsóknarskip

Russland sigur, at Yantar er havrannsóknarskip, og russiska verjumálaráðið rekur skipið.

Lond í vesturheiminum hava ofta fylgt skipinum, og illgruni er um, at partur av uppgávuni hjá hevur verið at skráseta undirsjóvarkaðlar.

Tey halda eisini, at Russland hevur økt um hetta virksemi eftir innrásina í Ukraina.

Umframt vakmyndaútgerð hevur skipið dronur, sum kunnu røkka havbotnin.

Undirstøðukervið í sjónum er avgerandi fyri orkuveitingina gjøgnum streymkaðlar og leiðingar, og meira enn 95 prosent av internetferðsluni er eisini tryggjað gjøgnum undirsjóvarkaðlar, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983