Landsstýrismaður: Politiskur spurningur um ein triðja tyrla skal raðfestast

Landsstýrismaður: Politiskur spurningur um ein triðja tyrla skal raðfestast
- Tað er sera kostnaðarmikið at fáa eina triðju tyrlu, tí er tað ein politiskur spurningur, um tað skal raðfestast, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2025 - 19:43

- Tað er sera kostnaðarmikið at fáa eina triðju tyrlu at vera tøka teir sera fáu dagar ella tímar í einum ári, tá ið tyrlurnar hjá Atlantic Airways ikki eru tøkar. Tí er tað ein politiskur spurningur, um tað skal raðfestast.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Hann vísir á, at tænastan og reglusemið er vorðin munandi betri.

Landið rindar í dag  Atlantic Airways 44,4 milliónir krónur um árið fyri at røkja tyrlutænastuna og fyri at vera partur av tilbúgvingini. Í sáttmálanum millum partarnar eru eisini fleiri broytiligir kostnaðir, sum koma avtrat.

Sáttmálin um tyrlutænastuna gongur út 31. desember í ár. Annaðhvørt kann nýggjur sáttmáli gerast ella verandi sáttmáli kann leingjast við einum ári í senn.

Hoyr innslag í tíðindinum á nátturða:

Bjarni_K_Petersen_um_radfesting_3_tyrlu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595