ES-leiðari: Kina vinnur, um USA og ES enda í handilskríggi

ES-leiðari: Kina vinnur, um USA og ES enda í handilskríggi
Limalondini í ES umrøða í dagviðurskiftini millum ES og USA
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Kaja Kallas, uttanríkisleiðari í ES, á toppfundi í Brússel í dag, har viðurskiftini millum USA og ES eru á skránni.
Mynd: AP/Ritzau Scanpix  
 
03.02.2025 - 13:39

Kina verður stóri vinnarin, um USA og ES enda í handilskríggi.

Tað er boðskapurin frá uttanríkisleiðaranum hjá ES, Kaja Kallas. 

Kallas er fyrrapartin á ES-toppfundi í Brússel, har limalondini umrøða viðurskiftini millum ES og USA. 

- Evropa hevur tørv á USA, og USA hevur tørv á ES, sigur Kaja Kallas, sum leggur dent á, at hvørgin partur hevur gagn av einum handilskríggi.

 

Donald Trump, forseti.

 

Spent støða

Støðan millum ES og USA er spent, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at leggja hægri toll á vørur úr ES

- Tollur verður lagdur á vørur úr ES. Tey gera sær dælt av okkum. USA hevur 300 milliardir krónur í undirskoti av samhandlinum við ES. Tey keypa einki frá okkum, vit keypa alt frá teimum, segði Donald Trump um vikuskiftið.

Boðini um hægri toll á ES-vørur koma,  eftir at USA leygardagin segði, at 25 prosent tollur verður lagdur á vørur úr Kanada og Meksiko, umframt at hægri tollur verður lagdur á vørur úr Kina. 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur við danskar fjølmiðlar, sum fylgja toppfundinum í Brússel, at ES fer at svara hart aftur, um USA ger álvara av sínum hóttanum:

 

03022025_Mette_handilskriggj

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472