Løgtingið viðger broytingar í ALS-lógini í dag

Løgtingið viðger broytingar í ALS-lógini í dag
Størsti arbeiðsloysisstuðulin frá ALS skal hækka úr 18.500 krónum upp í 22.435 kr. um mánaðin tann 1. mai
13 broytingar skulu gerast í lógini ALS.
 
04.02.2025 - 08:16

Løgtingið fer í dag at viðgera nógvu broytingarnar, sum Umhvørvismálaráðið mælir til at gera í ALS-lógini.

13 broytingar skulu gerast.

Stýrið fyri ALS hevur gjørt eina heildarmeting um lógina og hevur mælt til at gera broytingarnar, sum eru í uppskotinum hjá Umhvørvismálaráðnum.

Størsti arbeiðsloysisstuðulin frá ALS skal hækka úr 18.500 krónum upp í 22.435 kr. um mánaðin tann 1. mai.

Hann skal vera 80 prosent av arbeiðaraløn.

Í løtuni er hetta 21.278 kr. um mánaðin. 

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303