Eingin útlendskur peningur í grønlendskt valstríð

Eingin útlendskur peningur í grønlendskt valstríð
Málið hevur skund, og tað skal avgreiðast í landstinginum longu í dag
Uppskotið, sum er komið í landstingið, skal verja valið í apríl fyri ónevndum og útlendskum peningastuðli. (Savnsmynd)
 
04.02.2025 - 08:21

Grønlendska landstingið vil ikki hava útlendskar pengar í valstríðið, sum skjótt byrjar.

Forkvinnan í landstinginum, Mimi Karlsen, er komin við lógaruppskoti, sum hevur skund, og skal avgreiðast í landstinginum í dag.

Uppskotið skal verja valið í apríl fyri ónevndum og útlendskum peningastuðli.

Landsstýrið hevur biðið um uppskotið, skrivar Sermitsiaq.

 

Trump er orsøkin til uppskotið

Uppskotið skal forða fyri, at útlendingar leggja seg út í landstingsvalið.

Eingin ivi er um, at stóri áhugin hjá Donaldi Trump fyri Grønlandi, er orsøkin til uppskotið. 

Forboðið verður eisini galdandi fyri ungdómsfeløg og lokalfeløg hjá flokkunum.

Og tað er galdandi fyri fólk, sum stilla upp til fólkatingsval.

Flokkarnir kunnu ikki, sambært uppskotinum, fáa stuðul frá privatum, sum eru størri enn 20.000 kr. og tilsamans 200.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011