Allir handlar eiga at sleppa at selja heilivág í handkeypi

Allir handlar eiga at sleppa at selja heilivág í handkeypi
Hetta hevði gjørt vælferðina í Føroyum størri, heldur Kappingareftirlitið
Tað er vorðið vanligt í grannalondum, at allir handlar kunnu selja heilivág í handkeypi. (Savnsmynd)
 
06.02.2025 - 08:09

Allir handlar eigar at sleppa at selja heilivág í handkeypi og ikki bara handlar í teinum støðum, har einki apotek er.

Tað heldur Kappingareftirlitið.

Hetta hevði gjørt vælferðina í Føroyum størri, heldur Kappingareftirlitið.

Og tað er vorðið vanligt í grannalondum, at allir handlar kunnu selja heilivág í handkeypi.

 

Ikki kannað í Føroyum

Men Heilsumálaráðið hevur ikki hendan møguleikan við í uppskotinum um nýggja heilivágslóg.

Tí tað er ikki kannað í Føroyum, um vælferðin gerst størri, um handkeypsheilivágur kann keypast í øllum handlum.

Uppskotið um heilivágslóg verður viðgjørt í løgtinginum í dag.

Uppskotið hevur verið til hoyringar. Nógvar viðmerkingar og uppskot um broytingar eru um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523