Prestur skrivar barnabók

Prestur skrivar barnabók
Maria Jørðdal Niclasen er farin í lestrarfarloyvi fyri at skriva barnabók um kvinnurnar í Bíbliuni
 
07.02.2025 - 09:17

Debora, Hulda, Sára, Rebekka, Rakul og Lea.

Hetta eru nøvnini á nøkrum av kvinnunum, sum til ber at lesa um í Bíbliuni.

Men ikki nógv er skrivað um tær og ei heldur fylla tær nakað serligt í teimum ymisku bíbliusøgunum og barnabíblium.

Tí ætlar presturin, Maria Jørdal Niclasen, at skriva eina barnabók, ið snýr seg um júst kvinnurnar í Bíbliuni.

- Vit lesa nógv heima, eisini bíbliusøgur og barnabíbliur, og tað slóð meg, at har mangla nakrar søgur. Tað eru nógvar góðar og spennandi søgur at lesa, men næstan allar eru um menninar, sigur Maria Jørdal Niclasen, ið saman við manni sínum eigur tvær gentur.

Hon heldur, at tað er tørvur á eini barnabók um kvinnurnar í Bíbliuni.

- Eg havi hugsað, at mann átti at lýst hesar kvinnurnar betur fyri børnunum. Tað hevði givið børnunum eina ríkari uppliving av teimum nógvu bíbliusøgunum, um tey fingu eitt breiðari innlit, sigur Maria Jørdal Niclasen.

Lestrarfarloyvið hjá Mariu Jørðdal Niclasen er til 1. mai, og væntandi er hon komin so væl áleiðis við grundarlagnum fyri bókina, at bókin møguliga kann gevast út seinni í hesum árinum.

1724535

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303

Meira um sama evni