Fyrrv. sýslumaður: Svikagerð at niðurlaga sýslumansstarvið

Fyrrv. sýslumaður: Svikagerð at niðurlaga sýslumansstarvið
Jens Jensen, fyrrverandi politistur og sýslumaður, tekur undir við Grindamannafelagnum, sum sigur, at politileiðslan hevur ikki virðing fyri føroyingum og føroyskum siði
Jens Jensen, fyrrverandi politistur og sýslumaður.
 
10.02.2025 - 10:14

- Tað er ein svikagerð, sum danska politiið í Føroyum hevur gjørt, og tað vil eg fáa sagt, sigur Jens Jensen, sum er fyrrverandi politistur og sýslumaður

Hann heldur, at tað var ein skeiv avgerð í 2008 at niðurlaga sýslumansstarvið.

Jens Jensen gevur í lesarabrævi formanninum í Grindamannafelagnum rætt í, at leiðslan í politinum ikki hevur virðing fyri føroyingum og føroyskum siðum.

Hetta kom til sjóndar í 2008, tá politileiðslan gjørdi av at niðurlaga sýslumansstarvið, so hann í dag meira er ein starvsmaður og ikki eitt umboð fyri statin. 

Jens Jensen mælir til, at avgerðin í 2008 verður rullað aftur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10022025_Jens_Jensen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044