Kringvarpið vísir hálvfinalur í steypakappingini

Kringvarpið vísir hálvfinalur í steypakappingini
Kvinnurnar hjá Neistanum og H71 leggja fyri í kvøld í steypakappingini í hondbólti. Dysturin kann stroymast á kvf.fo, og KvF fer eisini at vísa fleiri av hinum dystunum
 
12.02.2025 - 10:46

Næstu dagarnar skulu finalistarnar í steypakappingini í hondbólti finnast.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar í í kvøld og í annaðkvøld, og leygardagin og sunnudagin verða seinnu dystirnir á skránni.

Kringvarpið fer at vísa fleiri av dystunum.

 

Neistin og H71 leggja fyri

Fyrsta hálfinalan verður ímillum kvinnurnar hjá Neistanum og H71, sum spæla í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 18.00.

Ilt er at taka dagar ímillum liðini. H71 er frammanfyri í landskappingini, men Neistin vann seinasta landskappingardystin ímillum høvuðsstaðarliðini.

Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo.

Í hinum dystinum í kvøld møtast menninir hjá KÍF og H71. Kollfirðingar eru ofta stinnir á heimavølli, men sum skilst mugu teir vera málverjan Milenko Jelic Jelkan fyri uttan. 

 

Kyndil favorittur hóskvøldið

Í annaðkvøldið spæla bæði liðini hjá Kyndli á heimavølli. Kvinnurnar, sum hava vunnið allar sínar dystir í ár, eru stórfavorittar ímóti Stjørnuni.

Menninir eru fremst í Burn-deildini og mugu eisini metast at vera favorittar í klassikaranum ímóti VÍF, sum tapti fyri Neistanum í landskappingini um vikuskiftið. 

Dysturin millum Kyndil og VÍF kann stroymast á kvf.fo.

 

Faxe Kondi-steypakappingin, fyrru hálvfinalurnar

Mikudag 12. februar
Kl. 18.00 Neistin - H71, kvinnur (kvf.fo)
Kl. 20.00 KÍF - H71, menn

Hósdagur 13. februar
Kl. 18.00 Kyndil - Stjørnan, kvinnur
Kl. 20.00 Kyndil - VÍF, menn (kvf.fo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096