Føroyski smakkurin í vanda

Føroyski smakkurin í vanda
Tað heldur í øllum førum matrithøvundurin Mortan í Hamrabyrgi, sum nú rópar varskó um at siðbundni føroyski maturin missur undantakið í føroysku mat
Fjølbroytnið í vanda
05.11.2013 - 17:22

Í lógini stendur nevniliga at føroyskt seyða- og neytakjøt er undantikið ásetingunum í galdandi matvørulóggávu til 1. juni 2015. Føroyska matvørulógin er frá 2010 og tá ið hon var sett í gildi, varð avgjørt at geva føroyskum siðbundnum seyða- og neytakjøti eina tíðarfreist til at skipa vinnuligu søluna eftir lóggávuni.

Í lógini er eitt nú krav um løggilt sláturhús og um løggildar hjallar. Tað hevur við sær, at tað er ikki loyvt at selja seyða- og neytakjøt eftir 1. juni 2015 til matstovur ella handlar, um kjøtið ikki er slaktað í einum løggildum sláturhúsið og turkað í einum løggildum hjalli.

Mortan í Hamrabyrgi óttast at nýggju reglurnar fara at drepa føroyska fjølbroytnið í siðbundna føroyska matinum. Tí at tað verða einans nøkur fá sláturhús og nakrir fáir hjallar, sum fara at vera løggild. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, svaraði uppá atfinningarnar í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028