Fyrrv. landsstýrisfólk: Politiska skipanin letur ov lítið í menningarhjálp

Fyrrv. landsstýrisfólk: Politiska skipanin letur ov lítið í menningarhjálp
Sirið Stenberg og Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum, vóru í Breddanum fyrrapartin
Føroyar hava latið umleið 25 milliónir til Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði.
 
22.10.2026 - 13:54

Føroyar lata nógv minni í stuðli til Ukraina enn okkara norðurlendsku grannar.

Føroyar lata bara 0,09 prosent av BTÚ, meðan Danmark letur 3,25 prosent av BTÚ. 

Tað vísir yvirlit, sum byggir á hagtøl frá Ukraine Support Tracker, Eurostat og Hagstovu Føroya.

Føroyar hava latið umleið 25 milliónir til Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði.

Í Danmark hava tey latið 3,25% av BTÚ. Um Føroyar skuldu verið á donskum stigi, høvdu vit latið 910 milliónir krónur. 

Øll hini Norðurlondini hava latið væl meira enn Føroyar. Noreg hevur latið 2,19 prosent, Svøríki 1,66 prosent, Finnland 1,37 prosent og Ísland 0,47 prosent.

Viðmerkjast skal, at talan er um alt slag av stuðli, alt frá neyðhjálp til hernaðarútgerð.

 


Sirið Stenberg

 

13 milliónir á fíggjarlógini

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er játtanini til neyðhjálp og menningarsamstarv 13,2 milliónir. Í ár er hon eisini 13,2 mió krónur.

Men harumframt eru fýra milliónir játtaðir til eina verkætlan at smíða bátar til Ukraina. Í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at verkætlanin nú er broytt til í staðin fyri tveir at gera ein vælútgjørdan bát. Har stendur eisini, at væntandi verður hann latin í 2027.

Eingin játtan er til hesa verkætlanina í 2027. Tað vil siga, at játtanin til neyðhjálp og menningarsamstarv í veruleikanum er skerd fýra milliónir krónur.

 


Jenis av Rana.

 

- Politiska skipanin eigur lata væl meira, søgdu Sirið Stenberg í Tjóðveldi og Jenis av Rana í Miðflokkinum, sum bæði eru fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum, í Breddanum fyrrapartin:

 

22102026_Sirid_og_Jenis


Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542