Heidi Sevdal skeyt Føroyar til sigurs

Heidi Sevdal skeyt Føroyar til sigurs
Við máli frá Heidi Sevdal í seinna hálvleiki eydnaðist føroyska fótbóltslandsliðnum at vinna Nations League-dystin ímóti Gibraltar
Heidi Sevdal skeyt sigursmálið fyri Føroyar ímóti Gibraltar
Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF  
 
25.02.2025 - 19:59

Við máli frá Heidi Sevdal eftir steðgin eydnaðist tað føroysku fótbóltskvinnunum at vinna Nations League-útidystin ímóti Gibraltar.

Innskifta Jensa Tórálvsdóttir tamdi ein bólt vinstru megin á mótstøðuhálvuni, slapp framvið einari og fekk prikað bóltin til veteranframherjan, sum sendi framvið málverjanum við vinstra beinið.

Málið kom, júst tá Føroyar høvdu sína bestu løtu í dystinum. Jensa Tórálvsdóttir og Petra Hoydal komu inn, og saman við Heidi Sevdal fingu tær skapt nakrar vandamiklar støður, og útfrá hesi løtuni vóru tey trý stigini uppiborin.

Annars var talan um heldur óruddiligan dyst, har tað sjáldan eydnaðist at spæla seg til upplagdar málkjansir. Tað var eisini galdandi fyri heimaliðið, sum spældi sín fyrsta kappingardyst á heimavølli.

Føroyar vóru favorittur undan dystinum, og tí kemur sigurin væl við, áðrenn heimadystir ímóti Moldova og júst Gibraltar fyrst í apríl.

 

Europa Point-leikvøllurin (Nations League, 2. umfar)

Gibraltar - Føroyar, 0-1 (0-0)
0-1 Heidi Sevdal, 70 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961