Trump tveitti Zelenskiy á dyr

Trump tveitti Zelenskiy á dyr
Tað var Donald Trump, sum valdi at enda vitjanina og biðja Zelenskiy fara. Tað vátta Hvítu Húsini fyri Reuters tíðindastovuni
Her sæst Zelenskiy fara út í bilin, eftir at Trump hevði tveitt hann út úr Hvítu Húsunum.
Mynd: Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 20:08

Tað skuldi helst gerast ein gleðisløta, har USA og Ukraina skrivaðu undir formligt samstarv. Eitt samstarv, sum fólk vónaðu fór at førka okkum eitt fet nærri friði. Og eitt samstarv, har USA slapp at hava námsvinnu eftir sjáldsomum málmi í Ukraina.

Men tað endaði í ruðulleika, og at enda tveitti amerikanski forsetin, Donald Trump, ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskiy á dyr. Avtalan verður ikki undirskrivað, tíðindafundurin er avlýstur og døgurðin millum forsetarnar báðar er eisini avlýstur. Somuleiðis eru aðrar vitjanir hjá Volodomyr Zelenskiy í Washington avlýstar.

Volodomyr Zelenskiy er í løtuni á Hay Adams hotellinum í Washington, har nøkur fá fólk veittra við ukrainskum fløggum uttanfyri, veit Reuters tíðindastovan at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858