Nú svarar Trump: Zelenskiy yvirspældi

Nú svarar Trump: Zelenskiy yvirspældi
Donald Trump heldur ikki, at Volodymyr Zelenskiy sær út sum ein maður, sum vil frið. Eftir, at Trump tveitti Zelenskiy út úr Hvítu Húsunum, er Trump farin til Florida
 
28.02.2025 - 22:40

Fundurin við Zelenskiy miseydnaðist. Tað viðurkennir Donald Trump.

Men hann hevði nógvar atfinningar ímóti ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskiy, tá hann hitti Reuters tíðindastovuna eftir fundin, tá hann var á veg úr Hvítu Húsunum til Florida.

USA tímir ikki at spæla spøl. Vit leita eftir friði og ikki einum 10 ára stríði. Zelenskiy yvirspældi sína hond. Hetta eru nakrar av lýsingunum, sum Donald Trump hevur eftir miseydnaða fundin í Hvítu Húsunum.

Eisini ákærir hann Volodymyr Zelenskiy fyri at ynskja kríggj.

- Zelenskiy vil berjast, berjast, berjast, eru boðini frá Donald Trump.

Tíðindafólkini spurdu Donald Trump, um hann nú fer at skerja hernaðarhjálpina til Ukraina. Til hetta svaraði Donald Trump:

- Tað hevur ongan týdning, hvat eg hugsi um hetta.

Á fundinum í Hvítu Húsunum í dag ákærdi Donald Trump Volodymyr Zelenskiy fyri at birta upp undir triðja heimsbardaga.

Donald Trump sigur nú, at Volodymyr Zelenskiy kann koma aftur, tá hann ynskir frið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541