Ferðslutrupulleikin við Tjarnir skal loysast

Ferðslutrupulleikin við Tjarnir skal loysast
Sjálv konsertin gekk væl og høllin við Tjarnir prógvaði sítt virði. Men ferðsluruðuleikin fyri og eftir konsertina var ikki í lagi, og tað gera vit nakað við, sigur stjórin
 
02.03.2025 - 14:32

Eyðkenda "Trappan hjá Lenu" fekk nøkur trin afturat í gjárkvøldi, tá Vágaverk framførdi klassikaran og aðrar við, saman við Føroya Symfoniorkestri. Eisini Marius og Lea Kampmann framførdu fyri fleiri enn 3000 áhoyrarum í eini fullsettari høll við Tjarnir.

Sambært stjóranum stóð spildurnýggja høllin aðalroyndina. Ljóðið var í lagi, og øll onnur praktisk viðurskifti inni í høllini vóru eisini í lagi til at taka ímóti eini so stórari fjøld av fólki.  

Stóra strikan í rokningini var tó samferðslan til og frá høllini við Tjarnir. Ringvegurin er ikki liðugur enn, og tí er bara ein vegur til høllina við Tjarnir. Tá konsertin skuldi byrja klokkan hálvgum átta, vóru bilrøðirnar framvegis langar - heilt oman í Havnina.

-Ferðsluruðuleikin var ikki í lagi, og tað gera vit nakað við til næstuferð, lovar Regin W. Dalsgaard, stjóri:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210