Vágsverkið skal brúka gassolju

Vágsverkið skal brúka gassolju
Umleggingin í Vági er ein roynd, sum skal vara í eitt ella tvey ár
Í 2024 lá Vágsverkið stilt í 110 samdøgur, tí vindur, sól og battarískipanin gjørdu streymin.
 
03.03.2025 - 08:02

Gassolja er reinari enn tungolja.

Tað sigur SEV, sum hevur gjørt av, at Vágsverkið brúkar gassolju.

Umleggingin í Vági er ein roynd, sum skal vara í eitt ella tvey ár. 

Tá kann staðfestast, um umleggingin er fíggjarliga forsvarlig, og tá kann endalig avgerð takast.

Í 2024 lá Vágsverkið stilt í 110 samdøgur, tí vindur, sól og battarískipanin gjørdu streymin.

Eingin ítøkilig ætlan er um at lata Sundsverkið brúka gassolju.

Tungolja er bíligari enn gassolja, og um alt Sundsverkið skal leggjast um til gassolju, verður so stórur munur á rakstrarkostnaðinum, at tað fer at síggjast aftur í elprísinum, sigur  SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038