Íslendska kringvarpið kann missa rættin at senda lýsingar

Íslendska kringvarpið kann missa rættin at senda lýsingar
Íslendski mentamálaráðharrin fer at seta arbeiðsbólk at kanna møguleikan at minka almenna partin hjá RÚV á lýsingamarknaðinum
Privatu miðlarnir í Íslandi hava í fleiri ár víst á, at tað er kappingaravlagandi, at ein almennur miðil skal kappast við privatu miðlarnar um lýsingar. 
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
06.03.2025 - 08:14

Íslendska kringvarpið, RÚV, missir kanska rættin til at senda lýsingar.

Tað skrivar RÚV sjálvt á síni heimasíðu.

Íslendski mentamálaráðharrin, Logi Einarsson, sigur í svari til fyrispurning frá altingsliminum, Dilju Mist Einarsdóttir, at støða enn ikki er tikin til, um RÚV framhaldandi skal sleppa at selja lýsingar í kapping við privata marknaðin.

Men hann sigur, at hann ætlar at seta ein arbeiðsbólk við trimum fólkum at kanna møguleikar fyri at minka um partin hjá almenna kringvarpinum á lýsingamarknaðinum.

 

Kappingaravlagandi

Privatu miðlarnir í Íslandi hava í fleiri ár víst á, at tað er kappingaravlagandi, at ein almennur miðil skal kappast við privatu miðlarnar um lýsingar. 

Tað hevur tó eisini verið víst á, at eitt møguligt bann fyri lýsingum í RÚV ikki neyðturviliga hevði komið privatu íslendsku miðlunum til góðar, tí tað kundi eisini havt við sær, at fyritøkur í staðin fóru at lýsa meira á eitt nú Facebook og YouTube. Tað hevði ført til, at lýsingarpengarnir fóru av landinum, og so er einki vunnið, sigur íslendski mentamálaráðharrin.

Ein annar arbeiðsbólkur kom í 2023 til ta niðurstøðu, at RÚV skuldi missa rættin til at senda lýsingar, men afturfyri skuldi kringvarpsgjaldið setast upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890