Stórar íløgur á Svangaskarði

Stórar íløgur á Svangaskarði
Nes kommuna spílar seg av álvara út við útbygging og nútímansgerð á Svangakarði fyri tilsamans 12 milliónir krónur.
Nýtt graslíki skal leggjast á vøllin á Svangaskarði og áskoðaraskýli gerast
Mynd: Nes kommuna  
 
09.03.2025 - 16:32

Í vikuni varð sáttmáli gjørdur millum Nes kommunu og Føroya Møblasølu um nýggjan graslíkisvøll, sum er ein av hesum nýggjaru við umhvørvisvinarligari korkfyllu.

Nes kommuna stendur fyri at taka gamla vøllin av og burturbeina hann, og nýggja graslíkið skal leggjast á í seinnu helvt av juni mánaði.

Fyri hálvariaðru viku síðani gjørdu Nes kommuna og byggivirkið KBH arbeiðstakarasáttmála um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði.

Skýlið verður báðu megin verandi bygning, og pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum.

Ætlandi skal fyrri helmingurin av skýlinum vera liðugur í summar og seinni helmurin í heyst.

Tilsamans er talan um eina íløgu í ítróttarøkið á Svangaskarði fyri einar 12 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107