Løgmaður: Íleggingargrunnurin verður ikki tikin av

Løgmaður: Íleggingargrunnurin verður ikki tikin av
Pengar koma aftur í Íleggingargrunnin, og grunnurin fer eisini at virka í framtíðini, sigur Aksel V. Johannesen, sum aftursvar til formannin í Búskaparráðnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, vissar um, at fylt verður í aftur Íleggingargrunnin, hóast fæið nú verður brúkt upp á flogvøllin og Suðuroyartunnilin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2025 - 13:51

Johnny í Grótinum, formaðurin í Búskaparráðnum, hevur sagt, at landsstýrið tekur Íleggingargrunnin av við at taka alt fæið úr grunninum til útbygging av Vága Floghavn og ætlaða Suðuroyartunnilin.

Hesum vísri Aksel V. Johannesen, løgmaður, aftur. Pengar koma aftur í Íleggingargrunnin, og grunnurin fer eisini at virka í framtíðini, staðfestir løgmaður. 

Í dag var 1. viðgerð av lógaruppskotið um at broyta lóggávuna um Íleggingargrunnin.

 


Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Skal fíggja almennar verkætlanir

Íleggingargrunnurin kom á føroyskar hendur í januar í ár, og endamálið við grunninum er, at fíggja størri almennar verkætlanir.

Í Íleggingargrunninum eru 700 milliónir krónur, og ætlanin við lógaruppskotinum er, at helvtin av fænum skal nýtast til at fíggja nýggja terminalin í Vága Floghavn, og hin helvtin, at fíggja møguligan Suðuroyartunnil.Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, heldur, at við hesum uppskotinum avmonterar grunnin, og hesum tekur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, undir við.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ósamdur. 


Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen tekur tó undir við at grunnurin skal fíggja umráðandi íløgur, um fylt verður í aftur grunnurin. 

 

INNSLAG_ileggingargrunnurin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162