Eingin undirtøka

Eingin undirtøka
Fólkaflokkurin hevur heldur ikki undirtøku í andstøðuni fyri uppskotinum hjá sær um størri botnfrádrátt í kommunuskattinum
Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er lógarásettur at vera 30.000 kr.
 
17.03.2025 - 06:42

Fólkaflokkurin hevur heldur ikki undirtøku í andstøðuni fyri uppskotinum hjá sær um størri botnfrádrátt í kommunuskattinum.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið.

Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, eru í meirilutanum, sum mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Millum annað vísir meirilutin á, at kommunurnar vilja ikki hava størri botnfráfrátt.

Landsbankin hevur eisini sagt, at tað er ikki ein gongd leið hjá haldførinum hjá almennu Føroyum at hækka botnfráfráttin hjá kommununum.

Ikki fíggjað

Haraftrat er uppskotið hjá Fólkaflokkinum ikki fíggjað, sigur meirilutin.

Og uppskotið ger ikki serligan mun hjá teimum fíggjarliga sperdu.    

Hetta er aðru ferð, at Fólkaflokkurin roynir at fáa botnfrádráttin í kommunuskattinum hækkaðan upp í 65.000 kr.

Endamálið er, sigur Fólkaflokkurin, at kommunurnar sjálvar kunnu áseta botnfrádráttin millum 30.000 og 65.000 kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234