Zelenskyy hevur telefonfund við Trump

Zelenskyy hevur telefonfund við Trump
Ukrainski forsetin sigur, at avtalan hjá Putin um at gevast við álopum á orkuverk í Ukraina samsvarar ikki veruleikan eftir dronuálop um alt Ukraina
Ukrainski forsetin hitti í dag finska starvsbróðurin, Alexander Stubb, í Helsinki.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.03.2025 - 15:11

Telefonfundurin millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska forsetan, Volodomir Zelenskyy, er byrjður.

Tað vátta Hvítu húsini og skrivstovan hjá ukrainska forsetanum.

Zelenskyy segði á tíðindafundi í finska høvuðsstaðnum Helsinki í dag, at hann fer at tosa við Donald Trump um smálutirnar í samrøðuni millum amerikanska forsetan og Vladimir Putin.

Trump og Putin tosaðu í telefon í gjár.

Zelenskyy sigur, at avtalan hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, um at steðga álopum á orkuverk í Ukraina, samsvarar ikki við veruleikan eftir eina røð av dronuálopum um alt Ukraina.

Zelenskyy leggur aftrat, at eitt av teimum torførastu málunum í framtíðar samráðingum verður spurningurin um ræði yvir landøkjum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890