Hálvonnur millión og heiðursløn fyri framúrskarandi undirvísing á Setrinum

Hálvonnur millión og heiðursløn fyri framúrskarandi undirvísing á Setrinum
Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe, lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarrøktarvísindi, undirvísa í heilsuvísindum
Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe, lektarar, eru toymið aftan fyri masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.
Mynd: Foto: Novo Nordisk grunnurin  
 
20.03.2025 - 11:11

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum hevur vunnið hálvaaðru millión krónur og heiðursløn frá Novo Nordisk grunninum fyri framúrskarandi undirvísing.

Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe, sum eru lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarrøktarvísindi, hava fingið heiðurin fyri avbera góða undirvísing.

Tær tríggjar eru toymið av útbúgvingarleiðarum aftan fyri masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.

Heiðurslønin er upp á hálvaaðru millión krónur, har hvør teirra persónliga fær 25.000 krónur, meðan restin fer til Setrið at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.

Grundgevingin hjá Novo Nordisk grunninum fyri at lata teimum heiðurslønina er, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Setrinum varð stovnað sum partur av tilgongd at menna heilsugransking og heilsuútbúgvingar í Føroyum, og har fígging úr Sjúkrakassagrunninum varð markað til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025