Tørvur á serskipan at lofta sjálvmorðshótt

Tørvur á serskipan at lofta sjálvmorðshótt
Kathrina Lindenskov Holm og Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, vóru í Breddanum fyrrapartin
Kathrina Lindenskov Holm og Tormóður Stórá vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2025 - 14:03

- Vit hava tørv á einari serskipan, sum kann lofta teimum, ið eru sjálvmorðshótt - ella eru illa fyri á annan hátt, og tí hava brúk fyri bráfeingishjálp.

Tað sigur sálarfrøðingurin, Kathrina Lindenskov Holm, sum fyri 22 árum síðani misti beiggja sín, ið doyði fyri egnari hond.

Í Føroyum hava vit onga lívslinju, men har eigur at vera ein serskipan, heldur hon.

- Vit eru eitt lítið samfelag, tí má ein øðrvísi skipan gerast í Føroyum, sigur Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum.

- Vit eru ikki sum hini grannalondini, har tørvurin er ein annar, sigur hann.

Hoyr innslag her:

 

20032025_Kathrina_og_Tormodur

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Um tú, ella onkur, tú kennir, hevur tørv á at tosa við onkran, ella fáa hjálp, ber til at ringja til Tú og Eg ráðgevingina hjá Barnabata á tlf 116 111.

Eisini ber til at venda sær til kjattráðgevingina hjá Sinnisbata inni á sinnisbati.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688