Trump leggur eykatoll á allar útlendskar bilar

Trump leggur eykatoll á allar útlendskar bilar
ES útflytur bilar og billutir til USA fyri meiri enn 40 milliardir dollarar um árið
Donald Trump, forseti, sigur, at eykatollurin á bilar, sum ikki eru framleiddir í USA, er byrjanin til at gera USA frælst aftur.
 
27.03.2025 - 09:08

Donald Trump segði á tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjár, at 2. apríl verður ein eykatollur uppá 25 prosent settur á allar bilar, sum ikki eru framleiddir í USA.

- Hetta er byrjanin til at gera USA frælst aftur. Vit fara at taka teir pengarnar aftur, sum eru tiknir frá okkum gjøgnum árini, við at seta toll á tey londini, sum hava stolið okkara arbeiðspláss, okkara vælferð og nógv annað, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

ES útflytur sum er bilar og billutir til USA fyri meiri enn 40 milliardir dollarar um árið.

Sambært heimasíðuni caranddriver.com vóru bert níggju av teimum 25 mest seldu bilsløgunum í USA í fjør amerikansk.

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

ES viðger støðuna

ES fer næstu dagarnar at greina og meta um avleiðingarnar av ætlanunum hjá Donald Trump.

- Sum eg havi sagt fyrr, so er tollur eitt slag av skatti - hann er skaðiligur fyri fyritøkur og upp aftur verri fyri brúkaran - bæði í USA og í ES," sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í eini fráboðan.

Útmeldingin hjá Donald Trump í gjár sást eisini aftur á evropeiska partabrævamarknaðinum í morgun. Partabrævavirðið hjá Volkswagen minkaði 3,6 prosent, BMW 3,9 prosent og Porsche 4,2 prosent, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911