Elin og Silja í uppskoti at fáa virðisløn frá Norðurlandaráðnum

Elin og Silja í uppskoti at fáa virðisløn frá Norðurlandaráðnum
Skaldsøgan Fornt viðger flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir
Elin á Rógvi og Silja Eystberg
Mynd: Tróndur Dalsgarð og Silja Eystberg  
 
27.03.2025 - 11:57

Elin á Rógvi og Silja Eystberg eru í uppskoti til barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Tað eru tær fyri skaldsøguna "Fornt," sum kom út í november í fjør. 

Skaldsøgan viðger tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Hon leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum, har 11 ára gamli Eiri og vinkonan Sólja varnast eina nýggja veru í virtuella fantasiheiminum. Elin á Rógvi hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt.

Skaldsøgan Fornt er í uppskoti saman við 13 øðrum barna- og ungdómsbókum úr Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Álandi og samiska máløkinum. 

 

14 bøkur eru í uppskoti at fáa barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. 

 

Kunngjørt 21. oktober

21.oktober verður vinnarin av barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins almannakunngjørdur. Vinnarin verður heiraður á ársfundinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum 28. oktober. Virðislønin er 300.000 krónur.

Virðislønin er latin síðani 2013. Hon verður latin fagurbókmentum, skrivað til børn og ung, á einum av norðurlendsku málunum. 

Um virðislønina hjá Norðurlandaráðnum stendur, at "Verkið kann vera ein samanrenning av teksti og myndum, og skal lúka høg bókmentalig og listalig krøv."

Í august í fjør vann Elin á Rógvi barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna "Flytifuglar."


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299