Trygdarskipanin í Leirvíkartunlinum riggar ikki - peningur vantar

Trygdarskipanin í Leirvíkartunlinum riggar ikki - peningur vantar
Landsverk varðar av 21 tunlum í landinum, men peningur er ikki at viðlíkahalda teir, ella vegakervið sum heild
Einki riggar í trygdarskápunum við Leirvíkartunnilin.
 
28.03.2025 - 09:28

Í trygdarskápunum, sum standa báðumegin tunnilsmunnan í Leirvíkartunlinum, ber ikki til at tendra ella sløkkja reyðu neyðljósini, skuldi okkurt verið áfatt inni í tunlinum.

Og telefonin riggar heldur ikki.

Snøgt sagt riggar einki í trygdarskápunum inni og uttan fyri Leirvíkstunnilin.

 

Fríðrik Heinesen er sivilverkfrøðingur hjá Landsverki. 

 

Landsverk varðar av teimum 21 tunlunum í landinum, og Landsverk viðurkennir, at tað er ikki í lagi, at trygdarskápini í og utta nfyri Leirvíkstunnilin eru óvirkin.

Peningur er hvørki til at viðlíkahalda tunlarnar, ella at viðlíkahalda vegakervið.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum:

 

LEIRVIKARTUNNIL

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928