Serfrøðingur: Trump roynir at sannføra amerikanarar um Grønland

Serfrøðingur: Trump roynir at sannføra amerikanarar um Grønland
Endamálið er at vinna álit hjá amerikanskum veljarum í stríðnum við Danmark, um at fáa fatur í og ogna sær Grønland, sigur Michael Bosetta
Boðskapirnir frá Donald Trump, forseta, er ikki ætlaðir grønlendingum ella dønum, men amerikanskum veljarum, sigur serfrøðingur í politiskari miðlan.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
31.03.2025 - 08:24

Donald Trump nýtir miðlasnildir í stríðnum við Danmark. Hann setur ljóskastaran á Grønland og Danmark, men tað er fólkið í USA, sum hann roynir at sannføra.

Tað segði Michael Bossetta, sum er serfrøðingur í politiskari miðlan, við DR í sendingini 21 Søndag í gjárkvøldið.

Við at úttala seg aftur og aftur um Grønland, fer hann í eitt stríð við Danmark. 

Men mongu boðskapirnir hjá Trump eru ikki ætlaðir grønlendingum ella dønum. Boðskapirnir eru ætlaðir amerikansku veljarunum.

- Eg haldi, at hann roynir at seta seg í eina støðu til eitt longri stríð við Danmark sum fígginda, sigur Michael Bossetta.

Endamálið er at vinna álit hjá amerikanskum veljarum í stríðnum við Danmark, um at fáa fatur í og ogna sær Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011