Jarðskjálvtin í Myanmar kravt 2.700 mannalív

Jarðskjálvtin í Myanmar kravt 2.700 mannalív
400 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.04.2025 - 11:39

Talið á teimum, sum eru deyð eftir jarðskjálvtan í Myanmar fríggjadagin, er nú komið upp á 2.719 fólk.

Tað sigur Min Aung Hlaing, sum er leiðari í hernaðarstýrinum  í Myamar, sambært kinesisku sjónvarprásini CCTV. Tað skrivar Reuters.

400 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.

4.500 fólk hava fingið skaða.

Jarðskjálvtin, sum rakti Bangkok í Thailandi, hevur higartil kravt 17 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329