- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakiger sum vápn ímóti farsóttum: Hvussu vanlig ger kann bjarga mannalívum

Tá ið nýggjur heilivágur skal mennast ímóti smittandi sjúkum, krevur tað ofta vandamikið og kostnaðarmikið arbeiði við livandi virusum og sníkum í eini framkomnari tryggari royndarstovu.
Í nýggjari ph.d.-ritgerð á universitetinum í Göteborg hevur føroyski lívfrøðingurin Sunniva Sigurdardóttir valt eina aðra mannagongd: vanlig bakiger, Saccharomyces cerevisiae.
”Malaria krevur til dømis menniskjablóð fyri at yvirliva í royndarstovuni,“ sigur Sunniva. ”Ger er harafturímóti løtt at fáa at vaksa, hon veksur skjótt og er ófarlig. Samstundis eru ongar etiskar forðingar fyri at gera royndir við ger, tí tað er ein lítil einkyknað vera.“
Hóast ger og menniskju í lívsins ættartræi skiltust fyri meira enn einari milliard árum síðani, hava kyknurnar framvegis nógvar felags lívfrøðiligar grundprosessir og túsundtals ílegur í felag. Við at genmodifisera gerkyknurnar at líkjast menniskjakyknum, ber til at kanna, hvussu heilivágur virkar á kyknurnar.
Byrjaði at kanna covid-19
Sunniva Sigurdardóttir byrjaði sítt ph.d.-arbeiði í 2020, júst tá ið covid-19 breyt út. Tí valdi toymið at kanna høvuðsprotesuna hjá SARS-CoV-2, eitt sokallað Mpro, eitt ensym, sum er neyðugt fyri, at virusið kann spjaða seg.
Granskararnir gjørdu eina genetiska fellu í gerini við einum bakteriellum eitri og móteitri. Var virus-ensymið virkið, slapp eitrið leyst, og gerin doyði. Men gav man gerini eitt evni, sum steðgaði virus-ensyminum, yvirlivdi hon. Við hjálp frá vísindarobottinum Eve, sum kann kanna túsundtals evni sjálvvirkandi, vórðu nøkur evni funnin, sum høvdu potentiali til at gerast heilivágur í framtíðini, meðan onnur evni, sum ikki høvdu nakra ávirkan á virus-ensymið, vóru lúkað burtur.
Heilivágur móti malaria
Seinni parturin av granskingini hjá Sunnivu snýr seg um malariu, har malariuparasitturin støðugt mennir mótstøðuføri móti verandi heilivági. Í hesum partinum varð dentur lagdur á parasittin Plasmodium vivax, sum er serliga ringur at basa, tí hann goymir seg í livrini í mánaðir ella ár.
Sunniva kannaði ensymið DHS í parasittinum. Í gerini varð ger-ensymið skift út við antin menniskja-DHS ella P. vivax-DHS.
”Vit høvdu ger, sum var modifiserað við malariu-proteininum og ger, sum var modifiserað við menniskja-proteininum, so vit kundu samanbera hesi bæði. Av 200.000 evnum funnu vit trý, sum ávirkaðu parasittproteinið, men ikki menniskjaproteinið,“ sigur Sunniva Sigurdardóttir. Tað merkir í stuttum, at har eru trý evni, sum møguliga kunnu brúkast sum heilivágur móti malariuparasittinum Plasmodium vivax í framtíðini.
Hóast koppseting er tørvur á heilivági
Spurd um, hví tað framvegis er neyðugt at leita eftir heilivági, tá ið koppsetingar finnast ímóti bæði koronu og malariu, vísir hon á avmarkingarnar við koppseting:
”Vaksinur eru fyribyrgjandi. Men tað eru ikki øll, sum verða koppsett, og virknaðurin kann minka við tíðini. Tí er heilivágur hjá summum einasti mátin at basa sjúkuni“, sigur Sunniva Sigurdardóttir.
At menna eitt evni til lidnan heilivág tekur vanliga millum 10 og 15 ár. Royndirnar hjá Sunnivu í Göteborg vísa tó, at vanlig ger kann nýtast til at gera tað fyrsta kanningarstigið bíligari, skjótari og meira neyvt.
Hoyr alla samrøðuna við Sunnivu Sigurdardóttir í útvarpssendingini Vitan, har hon greiðir frá síni gransking og stríðnum ímóti mótstøðuførum malariusníkum.



























