Ísrael fer at víðka hernaðarliga virksemið í Gasa

Ísrael fer at víðka hernaðarliga virksemið í Gasa
Ætlanin er at taka stórar partar av Gasa-geiranum, og fólk verða flutt burtur, sigur ísraelski verjumálaráðharrin
Ísrael leyp í gjár á býin Khan Younis í Gasa. Nú er ætlanin at herða hernaðarliga virksemið í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.04.2025 - 08:51

Ísrael ætlar at víðka um hernaðarliga virksemi sítt í Gaza.

Tað upplýsir ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, í einari fráboðan, skrivar tíðindastovan Reuters.

Herurin fer at taka seg fram og taka stórar partar av Gasa-geiranum, sum verður lagdur aftrat ísraelsku trygdarøkjunum, skrivar ráðharrin. Hann sigur eisini, at fólk fara at verða flutt burtur.

 

Israel Katz.

 

Beina fyri yvirgangsfólki

Sambært Times of Israel sigur Katz, at ísraelsk herfólk fara at beina fyri yvirgangsfólki og undirstøðukervi og at taka stór landøki.

Ísrael Katz heitir á fólkið í Gasa um at týna Hamas og at sleppa gíslum leysum, tí tað er einasti háttur at enda kríggið, skrivar Reuters.

Einki verður sagt um, hvørji øki talan er um, ella nær herda hernaðarliga virksemið byrjar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786