Føroysk Miðlafólk stevna landsstýrinum um samráðingarrættin

Føroysk Miðlafólk stevna landsstýrinum um samráðingarrættin
Drúgvar samráðingar hava verið við landsstýrið um málið, men fyrrapartin fekk felagið at vita, at umbønin um at fáa samráðingarrættin verður ikki gingin á møti
Nevndin í Føroyskum Miðlafólkum eftir fundin í Tinganesi fyrrapartin.Felagið fer nú at stevna landsstýrinum,.
 
02.04.2025 - 12:02

Føroysk Miðlafólk fara at stevna landsstýrinum, tí landsstýrið sambært felagnum noktar at viðurkenna rættin hjá miðlafólkum í Føroyum at samráðast um egnan sáttmála.

Føroysk Miðlafólk siga hesa avgerðina vera grovt álop á fjølmiðlarnar, og stevna tí landsstýrinum.

Í sambandi við, at sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober í fjør, bóðu Føroysk Miðlafólk um samráðingarrætin fyri limirnar, sum starvast í Kringvarpinum.

- Drúgvar samráðingar, fyrst við lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum og síðani við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, endaðu úrslitaleysar. Tá semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varð undirskrivað fríggjadagin 8. november 2024, gjørdi landsstýrið samstundis av, at miðlafólk í Føroyum enn einaferð skuldu trýstast inn í ein sáttmála, sum vit ikki eru partur av, og onga ávirkan hava á, siga Føroysk Miðlafólk í tíðindaskrivi.

 

Samráðingar við løgmann

Síðani hava samráðingar verið beinleiðis við Aksel V. Johannesen, løgmann, sum eisini er verji hjá fjølmiðlunum, ið hevur havt landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum við sína lið. 

Á fundi í Tinganesi fyrrapartin í dag fekk nevndin í Føroyskum Miðlafólkum at vita, at umbønin verður ikki gingin á møti.

Felagið vísir á, at politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála.

- Ein skjót gjøgnumgongd á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at ráðið hevur sáttmála við umleið 30 ymisk fakfeløg, viðhvørt fleiri sáttmálar við sama felag. Ilt er at ímynda sær, at landsstýrið hevði noktað lærarum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, búskaparfrøðingum ella maskinmeistarum at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála. Tað sama skal vera galdandi fyri miðlafólk í Føroyum, sigur felagið í tíðindaskrivinum.

Í útvarpstíðindunum klokkan 12.20 verður samrøða við Jón Brian Hvidtfeldt, formann í Føroyskum Miðlafólkum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343